Dania O. Tausen

Dania O. Tausen

kanst tú fylgja mær?

Dania O. Tausen and Ragnar Finsson eru aftur við einum summarhitti!
“kanst tú fylgja mær” handlar um at syrgja gomul vinarløg, sum ikki eru til longur og at romantisera tankan um ein síðsta gongutúr heim úr skúlanum við viðkomandi.

Setningurin “kanst tú fylgja mær” kann skiljast uppá fleiri mátar:
1) kanst tú fylgja mær heim?
2) skilir tú meg?
3) kanst tú fylgja mær (tá eg einaferð skal jarðast)?

Gjøgnum sangin finna sangskrivararnir útav, at tey blíva við at detta aftur á hetta evnið, tá tey skriva sangir. Somuleiðis má tað eisini merkja, at tey ikki eru komin so langt víðari, sum tey hildu. Tey detta javnan aftur á gomul minnir, tá tey lukta ávís luktilsi og ganga á ávísum gøtum, og til síðst mugu tey viðganga, at tey kanska kundu tonkt sær ein síðsta gongutúr við viðkomandi, har tey fáa sagt tað ósagda og lagt lok á.

ja/nei – og restin av vikuni: ein stuttfilmur

Dania O. Tausen
Dania O. Tausen

ja/nei – og restin av vikuni (2023)

 ja/nei – og restin av vikuni er næsta heildarútgávan hjá Daniu O. Tausen undir egnum navni. Plátan er deild upp í tveir partar. A síðan er ja síðan, meðan B síðan er nei síðan. Ja síðan av heilanum (og plátuni) veit, nær tankarnir spæla spøl við seg. Hon gjøgnumskoðar ósunn tankamynstur og velur skilagóðan atburð: At síggja tað góða í sær sjálvum og øðrum, geva sær tíð at taka tað róligt og njóta tær lítlu løturnar. JA síðan útsetir ikki, og hon dugir at velja. Hon leitar altíð eftir tí góða og sorterar tað óneyðuga vekk. Nei síðan er tann ljótara síðan, sum samstundis eisini er vøkur og erlig, tí hon ofta verður fjald burtur. Nei síðan viðgongur teir ósunnu tankameldrarnar, tankamynstrini og tvangstankarnar. Troyttleikan, ótolnið, hermingina, stressið og ósikkurheitina, og hon eggjar til at bróta frá, at loyva sær sjálvum frælsi og at sleppa teymunum.

Keyp CD/LP

gonguteigatúnatos (2021)

gonguteigatúnatos er fyrsta útgávan, sum Dania gav út undir egnum navni. Plátan hevur 9 sangir við øttum og heitum huglagi. Hon er nýhugsandi og eksperimenterandi ljóðliga og tekstliga. Dania hevur skrivað allar tekstirnar uttan “flytifuglurin”, sum beiggi hennara Jóhan Tausen, hevur skrivað. Løgini hevur hon smíðað og upptikið saman við Benjamin Djurhuus í Syðrugøtu.

Keyp CD/LP

 

Dania O. Tausen

Tvørlistakvinnan, Dania O. Tausen arbeiðir við at yrkja, tónseta, syngja, framleiða og visualisera sín hugaheim á egnan hátt við tí føroyska málinum sum høvuðsamboð.

Um Daniu

Dania O. Tausen (18.08.1998) er ung tvørlistakvinna á føroyska tónleika- og yrkjarapallinum uppvaksin á Toftum. Ein sangarinna, sangskrivari og rithøvundur, sum úttrykkir seg á egnan hátt við føroyska málinum.

Sum barn og tannáringur framførdi hon mest í brøðrasamkomuni. Í 2018 gjørdi hon um seg á heiðurskonsertini fyri Ella Fitzgerald, og byrjaði at útgeva egnan tónleik stutt eftir, tá hon flutti til Havnar at lesa Ritlist á Setrinum.

Hon framførir í dag javnan við soloprojektinum Dania O. Tausen, jazztrioini SWAY (við Marionnu Winther Nagata og Katrinu Olsen) og punkbólkinum Æðrasoppar (við Eyðfinni Bogason Lamhauge og Trygva Danielsen), eins væl og syngur kór hjá ymiskum bólkum á føroyska tónleikapallinum.

Til dagligt arbeiðir Dania í plátufelagnum Tutl (síðan 2018) og er nevndarlimur í Havnar Jazzfelag og í Rithøvundafelagnum. Hon er aktivur fyriskipari av konsertum, yrkingaupplestrum og festivalinum Vetrarjazz.

Dania bleiv serliga umrødd í Føroyum, tá ið yrkingasavnið Skál og dokumentarurin um yrkingasavnið komu út. Savnið og filmurin vóru kontroversiell á tann hátt, at tey útleveraðu Daniu og hennara privatlív, fyri at vísa á, hvussu tað er at vaksa upp innan samkomu á bygd og hvussu tað er at vera ungur og ivandi. Dokumentarurin varð leikstjórnaður av Cecilie Debell (1987) og Mariu Tórgarð (1997).

Útgávur

Symphony of Storms – Reality Bytes (LP – Tutl, 2019) (í uppskoti til ársins plátu,nýggja navn)


æðrasoppar – AGGRASOPPAR (Talgild heildarútgáva – Tutl, 2020) (í uppskoti til ársins nýggja navn)


Skál (Prosayrkingasavn – Sprotin, 2020)


Skál (Dokumentarfilmur – Made in Copenhagen, 2021) Virðislønir: Gold Hugo á Chicago International Film festival, New Nordic Voices á Nordisk Panorama, Áskoðaravirðisløn á CPH:DOX

gonguteigatúnatos – Dania O. Tausen (CD, LP – Tutl, 2021) Virðislønir: Ársins videolag og húsi (í uppskoti til ársins plátu, nýggja navn, sangara)


Skål (Prosayrkingasavnið á donskum – Sprotin, 2020)


ja/nei – og restin av vikuni – Dania O. Tausen (CD, LP – Tutl, 2023)


døgurðaslang / MIÐNÁTTARSANG – AGGRASOPPAR (Talgild heildarútgáva – Tutl, 2023)

Annað, ið Dania O. Tausen virkar á:


Ritlist – Antologi I (Yrkingasavn – Eksil, 2020)


Eplaástøðið endurskoðað (Yrkingasavn – Nordatlantens Brygge, 2021)


ORD (Encyklopædi – Politikens forlag, 2022)


GULL – Tórshavnar Big Band (Talgild heildarútgáva – Tutl, 2023) (við “Tornarunnir tankar” og “Buksurnar á” eftir Daniu O. Tausen)

videoløg

Dania O. Tausen

Skál (2020)

“Skál” er eitt prosayrkingasavn, sum viðger tilverukreppu, ið hevur røtur í átrúnaði. Tvey ung fólk spegla hvørt annað í tilgongdini at finna útav, hvørji tey veruliga eru í sínum uppvøkstri í einari samkomu. Í 15 yrkingum, har hon og hann skiftast um at siga frá, verður ein persónlig søga latin upp fyri lesaranum, sum lýsir eina ferð frá tí trygga út í tað óvissa og setur orð á ivan, ið førir tey inn á aðrar lívsrásir.

Hygg eftir dokumentarinum Skál

Keyp Skál á føroyskum

Keyp Skål á donskum

sangtekstir

kanst tú fylgja mær? (2024)

Words: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson
Music: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson

hendan gøtan burdi itið eftir mær
segði tú og rættaði uppá hárið
vit hava gingið her fleiri 100 ferð um árið
og í mínum dreymi týsdagin
spurdi tú

um eg vildi við tær inn
til tá ið framtíðin
ikki var til
tí tað var tú og eg

hendan troyggjan hevði riggað væl á tær
segði eg og rætti tær akslatræið
helt nokk at tað skjótt fór at vera kalda lagið
og í míni teldu sama kvøld
spurdi eg

um tú vildi við mær inn
til tá ið framtíðin
ikki var til í løtuni
sum vit

eg helt eg skrivaði um meg
men mitt í øllum síggi eg
eg tosi við teg
kanst tú fylgja mær heim?

eg helt eg skrivaði um teg
men mitt í øllum síggi eg
eg tosi við meg
har eg var komin víðari
kanst tú fylgja mær?
kanst tú fylgja mær
heim?

títt yndis luktilsi eg keypti tær áveg
úr taxfree handlinum í vágum
tað stóð í kø við mær í dag í onkrum bláum
og í øðrum lívi spurdi eg
minnist tú

tá tú vildi meg mær inn
til har ið framtíðin
ikki var til í løtuni
men vit

eg helt eg skrivaði um meg
men mitt í øllum síggi eg
eg tosi við teg
kanst tú fylgja mær heim?

eg helt eg skrivaði um teg
men mitt í øllum síggi eg
eg tosi við meg
har eg var komin víðari

kanst tú fylgja mær?
kanst tú fylgja mær?
kanst tú fylgja mær?

ja/nei – og restin av vikuni (2023)

orð: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson
lag: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson

eg kundi tumlað meg gjøgnum alt evropa
lisið eina bók í montréal
eg kundi gingið á smølum gøtum
etið fruktir beint av einum træ

eg kundi sjoppað til alt árið
sólað mær við ísi á sacré cæur
eg kundi sitið á einum toki
staðið á einum heyggi í athen
riðið á einum hesti

eg síggi mínar óttanir
eg hugsi alt for nógv
eg taki mínar ætlanir
og kasti tær á sjógv

eg havi aldrin dugað
at bara fara við tí sum sker
hví er tað so ógjørligt
at bara vera í tí sum er?

eg kundi klatrað meir í fjøllum
farið stimtúr og fiskað í fleiri tjørnum
etið skinsakjøt
gjørt sátur í hvørjum haga
eg kundi generelt hoppað meir í havið

og hægri útbúgving!
nøkur børn
í minsta lagið tvey
eitt grundstykki á leynum
kundi biðið meir til gud
vitjað tey gomlu
og tey sum eru í neyð

at siga – at siga ja
er nei til okkurt annað

at siga – at siga nei
ger pláss til enn meir

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen, Arnold Ludvig

eg gleði meg at sakna teg
tá ið sólin sær á tína síðu
av songini
og eg rembi mær
uttan at hugsa um
hvat eg ljóði sum
og síggi út

eg leingist so
eftir at sakna teg
tá eg veit
nær tú seinast helt um meg
og orðini hanga á rað
uttast á tunguni
millum mítt
og títt fornermaða lag

vit hava góða tíð
sært tú tað blómar enn?
tá ið grasið gulnar hesumegin
kunnu vit flenna í senn

hyggja aftur á
sært tú tað blómar enn?
eg við hjartanum í lummanum:
“er tað ov tíðliga enn?”

eg gleði meg
at sakna teg
tínar hendur á mínari síðu
síggi fyri mær
at tú keypir inn
eitt lítið rundstykki
og ein kaffikopp
við havramjólk í

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen, Benjamin Djurhuus

at vakna á eini oyggj
er ikki altíð á einum sandi
at liggja og sveiggja í eini koyggju
og drekka saft undir parasol

at liva á eini oyggj
verða föddur og eisini doyggja
har øll tú kennir tey vaksa upp
og koyra langt undir 80 í tunlum

at standa í eini handli
við vátum jakka og gomlum sjeiki
í einum busskýli, í eini bíðiröð
í forhøllini hjá TAKS

at ganga á eini oyggj
har hvør ein rørsla hon verður eygleidd
har lítlar broytingar taka ævir
og øll tey ganga í somu klæðum

at búgva á eini oyggj
og royna at lenda á henni í stormi
síggja fólkini vinka har niðri
meðan tú í luftini situr og hugsar:
eg burdi keypt mær hús í bergen
eg burdi keypt mær hús

at vakna
og liva
at ganga
og búgva
at vera
og standa og finna seg í

fyri summi er her oyðið
fyri onnur er her fult
fyri summi er náttúran har úti onkustaðis
og ikki innaní

at vera av eini oyggj
er at halda at tú ert serlig
at eingin annar er heilt sum tú
og øll tey kenna teg har tú stendur

at standa á eini oyggj
á brotnum flaka við ongum árum
ein leysur klettur í átjan pettum
á opnum havi
við øðrum fólki
sum øll eru sum eg og tú
sum øll eru sum eg og tú

at vakna
og liva
at ganga
og búgva
at vera
og standa og finna seg í

fyri summi er her lítið
fyri onnur er her stórt
fyri summi er náttúran har úti onkustaðni
og ikki innaní

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson, Benjamin Djurhuus

millum meg og tómrúmið
flúgva vit
í ymiskum førum
vakna vit

skýggini tey hvíla seg
og liggja vit
á hvør sínum herðum
blíva til
í ymiskum verðum

kann eg hava armin soleiðis her?
kann eg hava armin soleiðis her?
ella vilt tú heldur halda um meg?

eg havi longu avgjørt tað
verða vit
eg sakni teg longu

eg haldi bara gott um teg
eg hopi tú
veitst hvar vit fara

kann eg hava armin soleiðis her?
soleiðs her?
kann eg hava armin soleiðis her?
ella vilt tú heldur halda um meg?

veit ikki hvør eg eri enn
men eri til
í tínum eygum
renna vit
í móti hvørjum øðrum

kann eg hava armin soleiðis her?
kann eg hava armin soleiðis her?
kann eg hava armin soleiðis her?
kann eg hava armin soleiðis her?

orð: Poul Jóhan Djurhuus
lag: Dania O. Tausen

Heimlig ljóð mær koma í oyrað
Hugnaligt í sinninum fellur
fuglur seyður og áarsangur
ei vakrari lag kann eg hoyra

Ein vælkomstkvøða spælir í sinni
nú aftur eg finna skal rætta stevið
í ringinum vinirnar finni
so kennist tað ikki so strævið

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen, Benjamin Djurhuus

dagur sökkur niður
við te í munninum
undarligur friður
fyrsti dagur í mánaðinum
eg sólseturin njóti
– við mána afturvið
og leni meg á mótið
at aftur blíva við

dagur rökkur niður
til mín í andanum
sum oftast heldur tigur
enn sleingir orð við vindinum
eg sólseturin njóti
– við mána afturvið
og venji meg við ljósið
sum aftur fer fram við

dagur sökkur niður
og eg í teppinum
taki dagin niður
og livi hann um í dreyminum
og sólseturin njóti
– við mána afturvið
og leni meg á mótið
at aftur blíva við

orð: Dania O. Tausen, Benjamin Petersen
lag: Dania O. Tausen, Benjamin Petersen

sóljugular søgur
nøvn á ymsum blómum
sum eg aldrin minnist navnið á
men eg veit hvat tær lukta av

havi ongan penn
tí eg hugsaði um alt í senn
bilin sum ikki slapp gjøgnum sýn
og nú leingist eg heim til tín

murri eitt lag – og tað er bara tað

maltøl á kaiini
hárið hongur leyst
gloymi tíð og stað
blaki jakkan í eitt neyst

um onkur hevði funnið meg
hevði tað verið børnini
sum gorra eins og likkur
og aldrin vilja heim

murri eitt lag – og tað er bara tað

kanska tað klárnar í
einki er í alla tíð

vit liva á jørðini
farteldur í fjørðini
gittarar á lørini
murra eitt lag – og tað er bara tað

orð Dania O. Tausen
lag Dania O. Tausen, Ragnar Finsson, Benjamin Djurhuus

eg eri ein mynd
ímyndi aðra mynd
í rammu við ongari mynd
eg eri ímynd

eg eri ein mynd
ímyndi aðra mynd
í rammu við ongari mynd
eg eri í myndini

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson

eg haldi tú venur teg av við meg
fyllir dagin uttan meg
eg geri tað sama

eg royni at klára meg uttan teg
so longsul ikki rakar meg
livi lívið skjótari

nú eru vit tvey fólk
sum ikki vita hvussu hin hevur tað

eg haldi tú sært hvat er úti har
og svarar øllum uttan mær
eg geri tað sama

og venji meg við tankan uttan teg
har onki minnir teg um meg
livi lívið skjótari

nú eru vit tvey fólk
sum ikki spyrja
hvussu hin hevur tað

og uttanfyri rútin
nærkast øll vit ikki hava mött

men tey eru eisini fólk
sum kunnu gloyma
hvussu tú hevur tað

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen

tú pjøvist ikki 
at leggja alt
tú hugsar
á facebook

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen

aftaná ein langan arbeiðsdag 
fýrakantað eygu
eg renni heim at leggja meg 
tí tað er tankamildrutíð

aftaná ein langan gongutúr
orðini tey flúgva 
aftaná ein drekkamunn við tær
telduskermarí

aftaná eitt skeldarí við tær
veruleikin kallar
sveittabrot og rennitúr frá tær
kuldagýsningar

aftaná ein rusjubanatúr
eg vil bara sita
aftaná eitt tíðarskeið frá tær
tankameldur í 

eldur í, eldur í
eldur í, eldur í

aftaná tú gevur mær eitt smíl
tankameldrarfrí

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson, Benjamin Djurhuus

hetta rúmið í morgunljósi
ein mynd á einum savni
ein sena í einum filmi
vit bíða at breyðið skal poppa

hetta prátið við morgunborðið
har útvarpið hevur orðið
tú lesur á míni blusu
og bíðar
at teksturin matjar
við munninum
sjónin klasjar
við ljóðinum

tú sært ikki bara meg
tú sært tað sama sum eg
sært hesu somu verð
sært tað sama sum eg

hetta rokið í tínum hári
tað lurtar og eg forklári
eg fangi teg í eitt bílæt
vit tvætla
og sjónvarpið flennir
til tónleikin
sum tú kennir

tú sært ikki bara meg
tú sært tað sama sum eg
sært hesu somu verð
sært tað sama sum
eg 
stari meg niður í koppin
og hugsi meg inn í kroppin
eg regni í tínar hendur
tú smílir og tú forstendur
tú steðgar í mínum túni
og hálar meg heim í rúmið
vit bíða at breyðið skal…

(poppa)
(hjartað hoppa)

orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson, Benjamin Djurhuus

eg leyp avstað
at møta øðrum fólki
eg visti ikki hvat tað fór at enda við
men nú eru vit her
men nú eru vit her

sig mær hví vil eg vita alt um teg?
síggja teg allatíð
renna inn í teg á gøtuni
sita uppi og tosa við teg um næturnar

eg vildi læra
av fólki eg ikki kendi
hvussu kann eg nakrantíð fara aftur heim
nú tá eg eri her
nú tá vit eru her

sig mær 
hví vil eg vita alt um teg? 
hevur tú tað líka
ella vilt tú heldur rýma
er tað bara eg? 

sig mær 
hvat hendir tá vit vita alt?
hava svarað øllum spurningum
tosað til ljósnar
kann tað enda so?

eg vil bara vita hvat tú heldur um…

verðina
er hon góð
ella hon ring
jørðina
er hon við at skrambla saman
er hon okkara ting
sum vit tosa um alla náttina?

kann eg taka mynd av tær
í hesi einu løtuni
tá vit bara sóu tað 
góða í báðum eygum

eg vil frysta løtuna
eg vil ikki hon skal enda

gonguteigatúnatos (2021)

1. alt annað enn vanligt
orð & lag: Dania O. Tausen

eg hugsi ein tanka
og hann er alt annað enn penur
eg vóni at eingin 
fer at vænta meir av mær í dag

ein gráhærdur maður
lesur dimmu og keðist innaní mær
og barnið eg einaferð kendi
er vilst og farið úr skónum
rennur runt við brotnum vónum
finnur ikki heim 
til tankarnar hjá mær

mítt hugflog er sum storknaðar sápur
og eg undrist nær eg eisini 
verið sjúk, sum öll onnur
ein fluga larmar inni í oyranum hjá mær 
og eg skilji bara löturnar 
tá tær eru farnar frá mær

so eg takki fyri larmin
takki fyri kvalmu
og hvínið frá gaflum
takki fyri möði
takki fyri lága stöðið hjá mær

tí tað víkir til viks
tá tú reisir meg upp
heldur mær tætt
vísir mær veg
til har sum alt er
alt er alt annað enn vanligt

og ljósið er sött 
og tað fevnir um mítt andlit
og sólin er góð
tá alt tykist alt annað enn vanligt
sum í dag

2. vit eru tað
orð: Dania O. Tausen
lag: Benjamin Djurhuus, Dania O. Tausen

vit royna alt vit kunnu
at nökta teirra dömandi eygu
áðrenn tíðin rennur undan
niðan deyðan neyðug

og vit náa ikki nakað vit vilja 
ikki missa nakað vit halda
minni um okkum sjálvi enn tit

men tú ert einasta klemmið 
sum stillar mína óró
einasta smílið sum fær meg at tára
einasta myndin sum verður 
verandi á mínum veggi
einasta minnið sum merkist 
niður í búkin

vit eru tað
vit blivu hetta
vit verða tað

vit eru tað
og tað er ókey
vit eru tað

3. oyðilekjandi 
orð: Dania O. Tausen
lag: Benjamin Djurhuus, Dania O. Tausen

hoyri ljóð eg ikki vil hoyra
saknurin törvurin villist og finnur sítt pláss
ljóðini hoyra nú heima hjá mær
mínum kenslum og pínu og sorg

royndin at förska sín tanka
sítt brúsandi skríggj 
veitir illsvignan ampa í mær
men helt tað uppat 
settist í stað
eg steðgaði við 
kenni at tað er gott

eg royndi at ugga hann sigi eg
men hann fór avstað 
í tí sama hýri sum hann kom
komin líkasum hálva leið út til doktaran

tað ið drepur tekur og etur
fillar forvirrar frustrerar 
og fyllir mín kopp lekir mín kropp
hjálpir mær at möta sær sjálvum
kenna stjölin hoyra hvat brýtst innaní

nú er hann hjá mær
hann biður so góðan dag
ja, góðan dag, sigi eg
eg eri ikki lættur í huga
so?
men eg skal siga tær eitt, prestur

eftir grátur kemur látur
men blundur á degi
ber ikki bara gleði
ber ikki bara megi
gröði, möði
tað er lögið
öði
hittast á hálvum vegi
semjast, temjast
finna gleði

4. kólnað kaffi
orð: Dania O. Tausen
lag: Benjamin Djurhuus, Dania O. Tausen

tú skeinkir kaffi
sum tosar fyri teg
sig tína sögu
við tíni rödd
eg veit eg misti vekk
men eg vil vita
hvussu orð tey verða nógv

mítt tár tað hoyrir
heima her
saltvatnið svíður
nógv meiri aðru ferð
eg veit eg fylli nógv
nú tá tú sigur
títt kaffi kólnar skjótt

sig mær tína sögu

5. flytifuglurin
orð: Jóhan O. Tausen
lag: Jóhan O. Tausen

fuglur úr reiðri flogin er
flýgur yvir land og hav
har fuglar syngja fremmant lag

sólin hitar breiddar veingir 
men undir bróstinum er kalt
hví man hjartað krógva seg

tá sólin fer at hvíla seg 
og mánin hægstur er
leita tankar til tann vakra stað

vakra strond við högum pálmatræ
men aftur sólin rísur
og aftur hitar veingir her

hóast tungir tankar á mær
veit eg at ein dag eg heilur verði har
hvussu leingi kann fiskur á landi liva
hvussu leingi kann fuglur í havi svimja
og eg heima vera har?

ein dag eg flúgvi sama veg
brimbardir firðir bjóða
til kendan sang ið hóvar mær

har mangar áir renna 
og sólin lítið skínur
men hjartað kennir hita har

hóast tungir tankar á mær
veit eg at ein dag eg heima verði har

6. flugubein
orð: Dania O. Tausen
lag: Benjamin Djurhuus, Dania O. Tausen

eg skal altíð heim 
heim har eingin er
finn mær staðið har 
húsið bakar 

gonguteigatúnatos
ikki nerta pelan
hoppa millum strikurnar
finn tær onkran penan
stein í lítlu lummarnar
ferðast millum skeiðir
vind tær tær um nakkan
ikki borðreið har man eigur

finn ein ruggustól
knirka svangliga
eg skal altíð heim 
heim har eingin

leggur flugubein
í mítt hugaheim
leiti
hevji eyguni
upp úr neyðini
leiti

planti ösku í 
eitt sitróntræ
sum telur dagarnar
til eg komi

gangi túr við hövdinum
lætti mær um lívið
við einkinum og öllinum
sum kom úr mínum lúri

gravi meg í húðina
hyggi eftir starum
bíði eftir svongdini
har tostin nú er farin 

7. tornarunnir tankar
orð: Dania O. Tausen
lag: Magnus Johannessen

tá spurvarnir og vit 
finna vindin
ljóðar tað sum 
eitt svar á ringum degi

nú vaksa bløðini
sterkari

tí tú 
skilir mín garð
av tornarunnum tankum

mín sunnudagslund 
er vakrari á vetri
ein glansmynd eitt listaverk 
av regndropum

nú vaksa trøini
sterkari og størri
tí tú
sært meir enn ein garð
av tornarunnum tankum

í dag er summardagslot 
undir mínum fjarðum
eitt fýrverk eitt byrjanarskot
at prýða blómukransin

andleysu dagarnir
teir verða mold
tí nú vaksa nýggj trø 
av nýfalnum bløðum

av tornarunnum tankum

8. eygnaregn
orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen

kavarok og bíðirúm
vitja ikki meg                           
eg rann túr í geglinum
fann tað beinaveg

takrennan er skeivan veg
veggjaklistur vát
eg vaks upp við andvekri
líktist tí eg át

tað angar av brostnum perum
og dropum sum ikki síggjast
í myrkrinum hoyrast teir týðiligt
millum rottugnýggj og toru

takið er í kamarinum              
klamsar við hurðum og eygnabrúm
rullandi eygnaregn

hestaeygað sá ei meg
og mín langa dag
las ímillum reglurnar
hitað hestabak

bað eg um eitt mjólkaglas
kúgvaeygað græt
nikkaði meg ónögda
til viljin helt uppat

kanska skal kavin ikki
vitja meg í ár
fyrrenn eygnalokini smakka hann                  
og ræðslan hon er klár 

at lata seg úr hitanum
sum klamsar við hurðum og eygnabrúm
rullandi eygnaregn

9. hvørt hús framvið vegnum
orð: Dania O. Tausen
lag: Dania O. Tausen

heim er at heilsa uppá bilar sum koyra fram við
heim er at kenna vegin heim
taka tað síðsta kakustykkið 
og at tora at siga at mann ikki orkar meir

heim er at hanga á snór
balla seg inn og lesa eina bók
heim er at blaka alt vekk 
og aldrin finna tað aftur

heimið hevur ongan vekkara
heimið hevur ikki brúk fyri feriu
heimið flennur við í spölunum

heimið vil við uppá myndirnar
heldur okkum uppi á vegginum
heimið blandar allar luktirnar saman
og heimið veksur upp við börnunum

heim er ein mussur
heim er eitt orð for lítið
heim er har vit liggja í skeið
og gráta tá vit royna at tosa

heima kann eg missa mótið
og samla tað upp aftur við tað sama
uttan at spæla tað natúrliga av
heima kann eg skifta meining

heima sokki eg
og havi tað fínt við tað
heima sakni eg ikki
heim er ein stólur við klæðum 
eg ongantíð vaski
heim er ein hildin planta

heim er at busta tenn
heim er at busta tenn

heima er har eg helst vil vera
fangað í öðrum heimi 
syngja for hart undir brúsuni
heima eri eg aldrin for seeeeein…

heim er at vita nær friður er
heim er spyrja inn til 
heima er lögið ikki at nerta við
heim er at doypa sín bil

og hvört hús fram við vegnum 
er eitt heim fyri onkran